Sum skótar vit hava sett okkum mál

Orð: Eskild Christiansen
Lag: Mijn Sarie Marijs

Sum skótar vit hava sett okkum mál
At gerðast rættir menn
Og fylgja vit Baden-Powells “call”
Er vón um at náa tað enn

Ja skótar vit eru við lív og sál,
liljan várt merki er-
hon vísir okkum veg at náa várt mál,
Til reiðar altíð ver,
ja, ver,
hon vísir okkum veg at náa várt mál,
Til reiðar altíð ver.

Í sólskin’ og regn’ við lív og lyst,
á heiði, á fjall’, í dal’,
í venjingum taka vit mangan dyst,
í kappingum roynast vit væl.

Um landið vit ferðast, vit liggja í leir
á hvørji ársins tíð,
lat strevið vera nógv, so er gleðin enn meir,
tí hetta er rætt skótalív.

Og tá eftir dagsins arbeið’ og spæl
vit sita um logandi bál,
tá alt andar frið á fjalli, í dal’,
vit kenna í merg og sál.

Kom skótabróður, her er mín hond-
vit standa saman í bólk
sum skótabrøður um onnur lond,
til gagn fyri land og fólk.

FavoriteLoadingGoym tekstin