Sum sólarljós av himni høga

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 14. desember 2003.

Sum sólarljós av himni høga
kom frelsarin til hesa fold.
Nú kann hvørt mannabarn seg frøa,
tí sonur Guds er vorðin hold,
hann klætt seg hevur úr Guds mynd
og borið alla heimsins synd.

Sum Guds profetur loyst hann hevur
av okkum sváru syndabond,
hann børnum sínum frælsi gevur
her og út um øll heimsins lond.
Hann livandi oss vígdi veg
til himna heim av foldini.

Hann undan gekk og ruddi vegin,
um syndir várar boð hann bar.
Vit frelsu tíni fagna fegin,
tí frelsuverk títt fullgjørt var.
Tín miskunn er sum sólarris,
ið skyggir bjørt úr paradis.

Lov, tøkk og prís tær Drotni veri,
tú ljós títt bar til henda heim,
eg, sum í skugga deyðans eri,
nú samgleðast eg kann við teim,
tú førdi inn á friðarleið,
ver tú várt ljós alt æviskeið.

FavoriteLoadingGoym tekstin