Sum sólarris á himni høga

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur á halvarðsøku 2007.

Sum sólarris á himni høga
sá mannaættin nýggjan dag.
Hann Sakarias um man kvøða
í templinum í Dávids stað,
tá hann sín son í hondum bar,
ið fremstur av profetum var.

Tøkk, Gud, tú hevur fólk títt vitjað,
úr trældóms myrkri loyst tað út,
øll okkum, sum í myrkri sita
í deyðans kvøl, við sorg og sút.
Eitt frelsuhorn* varð okkum reist,
tað syndarum er ævig troyst.

Á Golgata vit griðstað eiga,
har Kristi krossur reistur var,
tann, ið vil hendur um hann breiða,
hann frið og grið og frelsu fær.
Tað friðskjól hevur Gud oss gjørt,
tá frelsuverkið varð fullført.

Har kann ei syndin okkum náa,
tann staður reinur, halgur er,
har fyrigeving er at fáa
frá føllum, skuld og syndagerð.
Har góðska Guds er okkum hjá,
um vit í trúgv við krossin stá.

FavoriteLoadingGoym tekstin