Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Sum tað er fjálgt og lýtt í nátt,
fjørðurin allur í toku fjaldur,
hoyri um strendurnar alduslátt –
kína um skerini smáar aldur –
letur í nándini tjaldur.

2. Hetta er grøði- og gróðrarstund,
droparnir hanga sum perlur á stráum,
sirmar so mjúkt yvir grøna grund,
alt er í døkkum litum og gráum –
sílið svevur í áum.

3. Sokkin í frið allur heimurin er,
tó nú er ongum eftir at bíða;
tími kemur og tími fer,
merkist ikki at løtur líða –
Hugurin ferðast so víða.

4. Sirmar og sirmar úr mjórkakógv,
uppi í urðini lirkar og gongur,
snípan spinnur og svarar lógv,
pískar eitt nev og rørist ein vongur –
mjórkin í homrunum hongur.

FavoriteLoadingGoym tekstin