Sum tað gleðir eygað

Orð og lag: Jens Guttesen

1. Sum tað gleðir eygað,
síggja Kristi deyða,
blóð hans rann,
meg tað vann,
frið eg fann.

2. Sum tað gleðir oyrað
Jesunavnið hoyra,
sæla ljóð,
sál mín fró,
gav mær ró.

3. Sum tað gleðir hjartað
himmalljósið bjarta,
bert tað ljós
er mín kós,
prís og rós.

FavoriteLoadingGoym tekstin