Sum tíðin skundar sær avstað

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um kyndilsmessuleitið 1963.

Sum tíðin skundar sær avstað,
og skjótt vit síggja evsta dag.
Várt lív tað eins og roykur er,
sum grasið undan líggja fer.

O, væna vón, eitt veit eg vist,
at skjótt vit skoða Jesus Krist.
Tú drála ei, o, kæra sál:
í dag vinn lívsins hægsta mál!

Vit stevna móti myrku grøv,
várt likam verður dust og støv.
Í moldum bert so skamma stund,
til Jesus setur størsta fund.

Tann dagin streyma tár so stríð,
tann dagin titra hjørtu blíð;
tá heilsast vinir síðstu ferð,
ein sleppur inn, ein úti er.

Hoyr, kæra sál, tú vak og bið,
at Jesus teg má kennast við.
Lít á tað verk, ið fullgjørt er,
tað er tann trúgv, ið bjarging ber.

O, væna vón, í eystri tá
vit váran brúðgóm skulu sjá,
høgt oman fyri sorgardal
vit heilsa honum frí og sæl.

O, væna vón, eitt ævigt heim
tá opið stendur øllum teim,
ið funnu frið við krossins træ
og royndust trúgv til síðsta dag.