Sum tíðin titar, øldir fara

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á nýggjárinum 2010.

Sum tíðin titar, øldir fara,
ein ættin kemur, onnur fer.
Vit minnast væl tann stóra skara,
sum borin nú til hvíldar er.
Í øllum aldri vóru tey,
og ymis lagnan teimum beyð.

Hvør dagur okkum boð man bera,
at stokkut er várt æviskeið,
og skilnarstundin skjótt kann verða,
tá mannabørn tað gruna ei.
Sum grasi líkt er mannahold,
tað visnar brátt og verður mold.

Ja, jørð og himmal, hesi bæði,
– tað Skriftin okkum boðar frá,
tey brenna skulu upp í bræði,
sjálvt frumevni tey skiljast tá.
Men jørð og himmal, hvønn ein lut
av nýggjum skapar Himnagud.

Sum túsund ár er Harrans dagur.
Í dag hin sami sum í gjár
er Jesus Kristus, frelsarmaður;
hann eldist ikki ótøld ár.
Og ríki hans, sum ævigt er,
tað verður sjónskt í nýggju verð.

Hjálp okkum, kæri Himnafaðir,
tá trúarinnar stríð er strítt,
at náa heim í Himnastaðir,
har alt er vorðið aftur nýtt,
og at vit har tey kæru sjá,
sum her á fold vit skildust frá.