So sum tú ert, ja, uttan alt

Orð: Russell S. Cook
Lag: Joseph Barnby, William B. Bradbury, Charles Fishwick
Týtt: Victor Danielsen

1. So sum tú ert, ja, uttan alt,
sum sál tín veit, tú hava skalt –
ei frið, ei kærleik – hjartað kalt –
kom, syndari, áh, kom!

2. Tyngdur av skuld, kom, signing fá!
Í tær er eingin hjálp at sjá;
nei, Jesus eina – hygg hann á –
kom, troytta hjarta, kom!

3. Kom, byrðina til krossin ber,
legg ei í, hvat tú missir her!
Hans náði tær nóg mikið er –
kom trongda hjarta, kom!

4. Ber tíni djúpu hjartasár,
tín tunga iva, tíni tár!
Við krossin fellur byrðin svár –
tú skelvandi, áh, kom!

5. Guds orð og Andin siga: Kom!
Og Guds børn øll teg bøna: Kom!
Troytt, tyst, ja, hvør, sum vil – kom, kom!
Og Jesus sigur: Kom!

FavoriteLoadingGoym tekstin