Sum tú ferðandi ert

Orð og lag: Donald S. McCrossan
Týtt: Flóvin Tyril

1. Sum tú ferðandi ert
eftir Jerikoveg,
kenst stríggin tín gongd,
og nívir teg trongd?
Sig Harranum alt,
tín harm, alt tær nýtst,
tú sanna skalt víst,
at signing tær býðst.

Niðurlag:
Á Jerikoveg
er Jesus í nánd
og hjálpin í hond,
hann slítur øll bond.
Hann neyð tína sær,
sorg lutar við tær,
í royndum veit svar,
tí Jesus er har.

2. Við Jerikoveg
hin biddarin sat,
sum neyðarróp sítt
so sárt hoyrast læt,
men Frelsarin kom
og sjón honum gav,
alt vónloysið hvarv,
og náttin varð av.

3. Tú sál, sum av synd
og sorgum ert nívd,
við Jesusar bróst
er grøðing og lívd.
Kom, leita til hann,
og kalli hans lýð,
tá ferðin gerst trygg
og ævin tær blíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin