Sum tú mær, Jesus, sjálvur beyð

Orð: James Montgomery
Lag 1: John Bacchus Dykes
Lag 2: Hugh Wilson
Týtt: Victor Danielsen

1. Sum tú mær, Jesus, sjálvur beyð,
í djúpum eyðmýki
eg hetta, Harri, gera vil,
eg her vil minnast teg!

2. Títt likam, brotið í mín stað,
er føði fyri meg,
títt blóð til mína frelsu rann –
tí vil eg minnast teg.

3. Kann eg væl gloyma Golgata
og hitt Getsemane,
tín angist og tín sveitta har!
Nei, eg vil minnast teg!

4. Tá andi mín sær krossin, har
tú doyði fyri meg,
Guds Lamb, har tú eitt offur var,
tá má eg minnast teg!

5. Teg minnast og ta beisku kvøl,
tú bart har fyri meg,
ja, meðan enn mítt hjarta slær,
eg minnist, Jesus teg!

6. Og tá ið tú nú kemur skjótt
til tín at taka meg,
í allar ævir, áh, Guds Lamb,
mín sál skal skoða teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin