Sum ungur eg fór

Sum ungur eg fór, ei skútan var stór,
til Íslands við snøri avstað,
ei veðrið var gott á hvørjari nátt,
tá stormurin ýlandi fór.
Vit sigldu á degi við stórari megi
og komu væl inn undir land,
so glaðir í huga, vit snørini toga
og kapplystir vera alt man.

Eitt kvøldið eg stóð á dekki og dróg,
tá tanki mín vendi sær heim,
ja, mánin hann sá, og havið stilt lá
so fagurt tað alt var at sjá.
Vit sigldu á degi við stórari megi
og komu væl inn undir land,
so glaðir í huga, vit snørini toga
og kapplystir vera alt man.

Í koyggjuni hekk eitt bílæt eg fekk,
eitt kvøld áðrenn eg fór avstaå,
tann gentan hon var í huga mær kær,
at vakrast hon var tyktist mær.
At hon fór at skriva, ei var mær í iva,
so spentur til eg kom í land,
so glaður í sinni, tá vit lógu inni,
ja, inni í Reykjavíks havn.

Tað veit ein og hvør, tað besta á jørð,
ein heilsan frá gentuni er,
tað uggar so gott á hvørjari nátt,
tá stormurin ýlandi fer.
At hon fór at skriva, ei var mær í iva,
so spentur til eg kom í land,
so glaður í sinni, tá vit lógu inni,
ja, inni í Reykjavíks havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin