Sum ungur eg møtti Guðs kalli so sterkt

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Tað finnast so mong, sum ei fata tað fá
Viðmerking: Yrktur í 1994.

1. Sum ungur eg møtti Guðs kalli so sterkt
til frelsu, til Guðs ríkis stríð,
at siga farvæl til eitt lív einki vert,
eitt lív, eingin meining var í.

Niðurlag: :,:Enn ljóðar hitt rópið so hvølt,:,:
eitt hvølt “Maran ata!” djúpt í míni sál;
enn ljóðar hitt rópið so hvølt!

2. Hvat eggjandi, dragandi, stórsligið róp,
eitt hvølt “Maran ata!” tað var;
tað minti meg á hin bíbilska dóp
og dró meg og kravdi eitt svar!

3. Vit vóru ein flokkur, sum mannaðu garð,
eitt fólk, sum ei kendi til frykt!
Várt herróp var: Út, út um Tilhaldið far!
Eitt fólk út úr eldinum rykt!

4. Men Slangan hin gamla hon høvdið fram stakk,
og vónbrot tey komu so mong;
tað áræðið stjól og mótið tað sakk,
stríðskappin lá skræddur á ong!

5. So beisk kendist rótin, hin spillandi urt,
sum røtur skeyt í mongum sinn’;
Guðs Andi frá sjálvsøkn og svik tók seg burt,
ístaðin kom kvamsvísi inn!

6. Tó, sløgini, sligin av vinanna hond,
ei køvt fingu neistan í mær;
nei, tað var mín egna og sjálvkæra ond,
sum innan í mær hetta bar!

7. Tá rørdi Guð við meg, eitt møti eg fekk,
sum lekti tey svíðandi sár;
eg kendi, ein kraft út frá Honum tá gekk,
í olju fleyt høvur og hár!

8. Nú sálmar og lovsangir, ja, alt Guðs Orð,
av nýggjum nú fyllir mítt sinn!
Ja, tungur og týðing og kunnskaparorð
meg føra í dýpdir Guðs inn!

9. Á, hoyr, “Maran ata!” nú ljóðar so sterkt
og birtir av nýggjum til stríð!
Á, reis teg Guðs fólk, slepp øllum, tú bert,
Hann kemur skjótt skýggjunum í!

FavoriteLoadingGoym tekstin