Sum vársól rísur yvir fold

Orð: Grundtvig
Týtt: Jákup Dahl

1. Sum vársól rísur yvir fold,
reis Jesus upp úr døkku mold
til lívs, so ei finst líki;
tí skal, alt meðan verøld stár,
nú eftir vetur koma vár
við gleði í Guðs ríki.

2. Sum fuglamongd í urð og líð
við fagnarljóði alla tíð
hin bjarta várdag boðar,
so tunga hvør, sum syngja kann,
lovsyngur deyðans yvirmann,
tá páskamorgun roðar.

3. Sum blómur allar fríðka jørð,
sum líðir grønkast, grasið grør,
tá lýkkan kemur blíða,
so blómar alt við Jesus Krist
til fólkagagns og gróðurs vist
nú, og sum tíðir líða.

FavoriteLoadingGoym tekstin