Sum várt lív er stokkut stund

Jóannes Patursson
Orð: Jóannes Patursson

1. Sum várt lív er stokkut stund,
eins og glaða hvít á sund’
leikar eina løtu hátt,
hvørvur so og týnist brátt.

2. Birtast fólk og stíga á fold
– hvat er annað uttan mold –
rógva allir hvør sín fjørð,
so er aftur: undir jørð.

3. Tráa tí ei teknarstól,
halt teg við títt egna ból,
ver tú, har Guð setur teg,
trúgvur í hans tænastu.

4. Um tú líður sótt og neyð,
um tær ofta trýtur breyð,
um eitt eygnabragd tó er
av títt stríð á foldum her.

5. Halt tú á í sorg og sút,
brátt vil Guð teg loysa út,
flyta teg úr synda heim’
upp til sína eingla gleim.

6. Øll tann mikla trongd og neyð,
sum tær foldarlívið beyð,
tykist tá sum dreymur ein,
nú er ævin long og rein.

FavoriteLoadingGoym tekstin