Sum vilstur seyður fjøllum á

Orð og lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: I am the way

1. Sum vilstur seyður fjøllum á
er hvør ein mannasál,
og hvussu skal hon lívið ná
og sæla endamál?

Niðurlag: Jesus er sannleiki, vegur og lív;
í honum er frelsa, og eina honum í.
Jesus er sannleiki, vegur og lív,
og í honum, eina í honum frelsa er.

2. Í myrkri mangur staddur er,
men vildi funnið leið,
og lærur nógvar eru her,
so veg hann finnur ei.

3. Til Jesus, vegin, sannleikan
og lívið kom í dag!
Til Faðirin teg leiðir hann;
sig tí hans kalli ja!

FavoriteLoadingGoym tekstin