Summar vetur vár og heyst

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Summar vetur vár og heyst
kanst tú siga hvat er best
dámar tær bakandi sól hvønn dag
ella vilt tú bara skreiða avstað

Summar vetur heyst og vár
koma og fara ár um ár
spretta bløð og følna burt
tað regnar og aftur turt

Alt melur runt runt runt í ring
og vit mala bara við
ja tað er heitt tað er kalt
tað er vátt tað er turt
og vit sleppa at mala við

Summar tíðir tá tað er ódn
so sova illa lítil børn
gott tey kunnu gleða seg
tí betri veður er á veg

Og tá so alt er ísakalt
tú tá hitan hevði valt
men so aftur aftaná
tú ein svala hava má

Alt melur runt runt runt í ring
og vit mala bara við
ja tað er heitt tað er kalt
tað er vátt tað er turt
og vit sleppa at mala við

Summar vetur vár og heyst
kanst tú siga hvat er best
dámar tær bakandi sól hvønn dag
ella vilt tú bara skreiða avstað
ella vilt tú bara skreiða avstað
allan dag og bara gera tað í góðum lag

FavoriteLoadingGoym tekstin