Summar

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Knút Olsen

1. Nú er tað summar, nú skínur sól,
og alt nú bognar í tungum blóma,
og kongahøll kennist fátækt ból,
tí gullið glitrar í morgunljóma,
og lovar megi og sælan sóma.

2. Nú flúgva gleðiljóð vítt um lond,
og víðkast hjarta í mannabarmi,
tí blídligt kínir ein sólljós hond
teim kinnum, vátum av sorg og harmi,
og lyftist alt upp av sterkum armi.

3. Tú ljósa, lívgandi summarhond,
eg veit ein kinn, sum tú eymt mást kína,
tí skalt tú flúgva til fjarløgd lond
og hitta stúrandi gentu mína;
tá munnu køvandi skuggar dvína.

FavoriteLoadingGoym tekstin