Summardagur

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 1992.

Tríggjar gentur ganga so fittar har á rað,
tær henta sóljur og eru í góðum lag,
og tær hoppa og dansa og sólin skínur blíð,
tær hava gloymt bæði stað og tíð.

Og fuglarnir syngja eitt vakurt tónalag,
eg síggi teir flúgva, flúgva langt avstað.
Teir fríðir og frælsir sveima runt í kring,
teir syngja í kór og seta tónating.

Og vindurin strýkur gjøgnum purluta hár,
eg standi og hyggi og felli gleðistár.
So leikandi lætt ígjøgnum grasið ganga tær,
angin av bønum meg mót himli bar.

Og tjøldrini syngja eitt vakurt tónalag,
eg síggi tey flúgva, flúgva langt avstað.
Tey fríð og fræls fara sveimandi í kring,
tey syngja í kór og seta tónating.

Í blomstrutum kjólum sveima genturnar á tá,
við veitirnar bøurin so sóljuskrýddur lá,
og firvaldar kátir dansa summardans á rað,
viðhvørt teir hvíla seg við blómublað.

Og fuglarnir syngja eitt vakurt tónalag,
eg síggi teir flúgva, flúgva langt avstað.
Teir fríðir og frælsir sveima runt í kring,
teir syngja í kór og seta tónating.

FavoriteLoadingGoym tekstin