Summargleði

Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

Summargleði, summargleði
Tað er lív og ljóst í míni barnsligu sál,
Summargleði, summargleði
Hann fyllir mína sál,
hann, sum leiðir okkum á mál

Tá kavin leggur seg á grønastu líð,
myrkt alt er í kaldastu tíð
Tá tungast er sinnið, sál mín tá fær
himmalska gleði,
æviga gleði frá tær

Blómurnar spretta, tað várar í jørð,
Alt sum sær ljósið tað grør
Eg veit at innast í hjarta’ hjá mær,
býr himmalska gleðin,
æviga gleðin í tær

Regnið, regnað, tað perlar bert av
Dettur á jørð, har tað grør!
Innast inni, inni í mær
har liggur sáðið,
Himmalska sáðið frá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin