Summarkvøld

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Ein skortlitt kúgv við garðaliðið
leingist heim og beljar,
í ánni spæla skóleys børn,
tey floyta fliðuskeljar.
Nú fellur døgg á gras og sev,
ið á og tjarnir kransa,
og fram við mýri, millum húsa,
mýggjabitar dansa.

2. Í túninum ein sprøklut høna
skrukkar enn og skavar
og skeitir eftir sólini,
ið skeivt á fjallið stavar.
Ein maðkamola stund um stund
úr skavinum hon tekur.
Um høga tindin spakuliga
mjørkatámið rekur.

3. Og starin flákrar syngjandi
í kring á grønum taki.
Har kemur maður gangandi
við torvleypi á baki.
Ein lítil piltur fet um fet
man móti honum tita.
Hann puttin ber í vinstru hond,
í høgru køkubita.

4. Ein kráka sær so friðarlig
á kirkjuspíri situr,
hon lítur móti vestri út,
har skiftandi er litur;
tí hvørt sum sól av loftarhædd
at havinum seg flytur,
so fáa skýggini teir føgru
reyðu, gyltu litir.

5. Í kvøldarglæmu glógva enn
hvør nøva og hvør tangi.
Um allar leiðir er ein fínur,
frískur summarangi.
Nú hvørvur ljós, nú kámast land,
nú gránar víða havið,
og tagnar eina stund alt ljóð,
tí sólin fer í kavið.

FavoriteLoadingGoym tekstin