Summarleikur

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. Fuglur letur av gleði,
lambið á ljósum degi
leikar um grønan vøll.
Nú prýða blómur teigar,
bjørt skínur sól um heiðar,
frøist natúrin øll.

2. Sílið spælir í ánni,
seiður springur á vánni,
ternan kriar sum óð,
ring hon í lofti brýtur,
niður í sjógv seg skjýtur
ferðug og summarfró.

3. Skóleysir smádreingir leypa
onglar í krambúð at keypa,
fara at fiska sieð.
Smágentur spæla á sandi,
lakka og hoppa í bandi.
Ljós er um alla leið.

4. Tó, tá ið liðin er dagur,
leitar hvør móður og glaður
heim til hvílu og frið.
Faðir vár, varðveit tey smáu,
gev teimum himmalsins gávu:
gleði, ið heldur við.

FavoriteLoadingGoym tekstin