Summarmáli

Orð: Georg Lindenskov Samuelsen
Lag: Hans Jacob Højgaard
Viðmerking: Yrktur í 1934.

1. Summarkvøld í brái tínum blundar,
føðir onkran duldarfullan dreym,
sum at eydnuvøggu síni stundar,
bind hann um meg sum ein silvurteym:
Lond í fjarum skýggjum varlig fara,
og í sundum mjørkaálvar karða.

2. Hygg, so allar bylgjur standa stillar,
yvir fjørðin fleyrið lætta fer;
glæmubund’ á bláum polli rillar, –
tína lagnu hann í miðju ber.
Kom í bátin, kom, lat okkum sýna
rúnir tess, ið siga eydnu tína.

3. Góða, lat meg síggja tíni eygu,
lat meg hoyra, at tú elskar meg!
Upp í suðri stíga sóllond reyðu,
har vit lenda bæði, tú og eg.
Sært tú, hvussu fríð og bjørt tey liggja,
bíða bert, til tú og eg tey byggja.

4. Gev ein koss mær, góða, bert tann eina,
nú vit nærkast strond so við og við.
Leiðina eg nokk skal halda beina;
inn á land vit trína lið um lið.
Bláur himmal, sól – har láta tjøldur,
har er gott, har seta vit upp skjøldur.

FavoriteLoadingGoym tekstin