Summarminnir II

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Farið um jól og trettanda er

1. Tá sól fór í kav,
í hond tók eg stav,
mót fjalli eg mundi mær venda.
So skøddi eg meg, meðan bygdin svav,
og gekk eina nátt at enda.

2. Gjøgnum gil, upp um heyg,
har sum fuglurin fleyg,
eg gekk mær í grasinum váta.
Enn róku í loftinum sólský reyð –
enn hoyrdist fuglur at láta.

3. Teir tagnaðu brátt,
tá hin kvirra nátt
sveipti ljósleitta tám sítt um tindar.
Men fram yvir hav, sum var himmalblátt,
leiktu summarsins lýggjastu vindar.

4. Hátt á fjøllum eg gekk…
Yvir dølunum hekk
dúngráur mjørki, sum fjaldi
áir og eingir, – at kenna eg fekk,
at nú átti summarið valdið.

FavoriteLoadingGoym tekstin