Summarmynd

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe

Eg møti tær í býnum ein fagran summardag
í blusu niður á nalvan og kjóla uppum knæ
sum tú riggar væl stórt smíl um eyguni
takk í líka máta, tú svarar brosandi
vit vála eftir gøtuni, steðga av og á
vit eiga allan dagin og luftin er so blá
vit orka ikki bilar ikki asfalt og betong
vit vilja njóta sólina, trø og fuglasong

Ein pallur er á gøtuni fólk er savnað her
vit kunnu hoyra tónleik og ókeypis tað er
“summargestir” spæla sjálvt ommur murra við
og børnini í býnum fitt og buldralig
á einum trappusteini tey ungu halda frí
ein heitan munn á kaffistovu ‘hvat brúkar tú útí’
tey selja ís á horninum, hvat sigur tú til tað
lítla ella stórabjørn, sig nei ella ja

..eg kenni meg sum bjørnina sum á vetri fekk ein lúr
– ið er vaknað úr dvala og gongur nú ein túr
skinnið tað er friðað so hon kann hugna sær
og vera sum eitt villfólk uttan djóragarð

Gluggar vísa vegin inn í mótaparadís
og vit verða vøkur um vit gjalda dagsins prís
í móta ella mentan vit eru líkaglað
vit eiga okkum sjálvi og hendan pena dag
men undir somu sólini, sum vermir nú so væl
her búgva vit so saman eitt lítið túsundtal
í býnum síggjast einsom og nýforelskað pør
ímillum gráar jakkar tíni beru lør

Tað skuggar fyri sólini og luftin gerst so kám
men tínir fittu kjálkar hava nú so frískan dám
tað tynnist nú á gøtuni vit fara heim til mín
har bjóði eg ein franskan rætt og borðreiði við vín
um sólin nú fer niður tað brennur enn í mær
í tendring er mín máni og Venus er so nær
sum endurskyn tín glæma í morgin aftur sær
vit eru smáar sólir ið ferðast viða hvar

FavoriteLoadingGoym tekstin