Summarnáttin

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Peter Alberg

1. Summarnáttin – summarnáttin,
veikt hon dregur andadráttin,
sælt hon droymir; álvar dansa
yvir døgg, sum svalir blómum.
Ljósar tokur tindar kransa;
burt eg dusist
av teim føgru náttarljómum.

2. Hoyr hitt hulda keldulagið,
hoyr hitt mikla fossakvæðið,
aldurunið, tesk av lotum,
har tey yvir firðir fara;
mutl um klettar, sús í skotum,
innímillum
súg av sævarsøltum tara.

3. Aldargamli fjallaseggur
høvur sítt á kodda leggur;
ásteymt fevnir streymabáran
hansar føtur, eymt teir kyssir,
og hon kennir barmin sáran:
Tungt at ynda,
tá ein einki fær og missir!

4. Summarnáttin – summarnáttin,
lundarblóma tín er sprottin,
kring um leyvið sveima vindar,
fagurt ástarljóð teir kvøða.
Sælur tann, av hjarta yndar,
um at sálin
má av djúpum sárum bløða.

FavoriteLoadingGoym tekstin