Summarsins síðsta rósa

Orð: Thomas Moore
Lag: John Stevenson
Týtt: Hanus Kamban
Upprunaheiti: The Last Rose of Summer

1. Tað er summarsins síðsta rósa,
sum so einsamøll blómar har,
hennar næstringar hava lagt tær
vøkru kápur og sagt farvæl.
Eingi skyldfólk eru eftir,
eingin rósuknubbi hjá
til at svara hennar suffum,
spegla roðan á hennar brá.

2. Ikki, vina mín har á stelki,
skal tín einsemi vara við,
tá tey yndisligu sova,
far og legg teg við teirra lið.
Tíni bløð tey man eg syndra
yvir urtagarðsins vøll,
har ið næstrafólk tíni sova
uttan anga og lívleys øll.

3. Sjálvur skal eg brátt tær fylgja,
tá ið fúna man vinarlag,
og úr kærleikans bjarta ringi
loysna gimsteinar slag í slag.
Tá ið trúføst hjørtu følna,
vinfólk liggja huld í mold,
o, sig mær, hvør vildi bygt tá
einsamallur ta døpru fold?

FavoriteLoadingGoym tekstin