Sunnudagin fari eg til fótbólt

Orð og lag: Martin Joensen

Vakni hálvgum sjey hvønn morgun,
sløkki vekkaran.
Kóki kaffi, smyrji mær tvær flísar.
Húsið svevur og eg royki eina sigarett,
– greiði mær og fari út í bilin.

Stjórin hevur gron í dag,
so eg má ansa mær.
Pappírsdungin frá í gjár er vaksin.
Fløskan er í taskuni, eg fái mær ein munn,
– so er klárt at krúpa undir dagin.

Dagurin í dag er sum dagurin í gjár,
og ivaleyst tann sami sum í morgin.
Framtíðin er farin og eg telji tímarnar,
– sunnudagin fari eg til fótbólt.

Ruddi borðið klokkan fýra,
fløskan hon er hálv,
– pappírsdungin lækkaður ein tumma.
Teskan er í krókunum, at fólk skal sigast upp,
– greiði mær og fari út í bilin.

FavoriteLoadingGoym tekstin