Sunnudagsskúlin

Orð: M.C. Restorff
Lag: Twitty

Sunnudagsskúlin, eg minnist teg fyri tað, tú
vart fyri meg, legði eitt støði so trygt og so
gott, lýsir veg eins og mánin á nátt.

Vit sótu fittir og lýddu á, meðan lærarin segði
frá. Tænarar Harrans, kvinnur og menn, í huga
mínum liva enn.

Jørðin var sum eitt paradís, hvør vera livdi til
Guds prís, til synd á menniskjum fekk tak
og reina fullkomleikan burtur rak.

Ringt var at skilja, eg fataði ei, at sjálvt eitt
barn undir syndini leið; lýsti tó, tá eg greiðari
sá kærleikan, sum Gudi kemur frá.

Ómáld náði og gáva so stór, tá Jesus, Guds
Sonur, úr dýrdini fór, kom til jarðar og ofraður
varð, plágaður, píndur bar hann
dómin hjá mær.

Jesus elskar meg, á, ja, Bíblian mær sigur tað.
Smábørn Honum hoyra til,
so fegin hann øll okkum frelsa vil.

Lívgandi trongdi sannleikin inn, ristur varð í sál
og sinn, sálareygað Himmalin sá,
so undurføgur var tann sjónin at sjá.

Eins og blindur maður fær sjón, skoði eg hesa
ævigu vón: Jesus í Himlinum goymir stað,
hagar hann tekur meg ein dag.

Tykkum, sum trúliga halda á at boða um Jesus
til børn so smá, takka vit av hjartans grund.
Gud løni tykkum hvørja stund.

Góði Faðir, vit kalla teg á, tú hvørja vælmeintu
gerðina sá, Orð títt er sáað, tú ávøkst nú gev,
tá stórverk spyrst eftir mikið strev.

FavoriteLoadingGoym tekstin