Sunnumorgun glað so vakni eg

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur úr donskum í februar 2007.

Sunnumorgun glað so vakni eg,
eftir náttarsvøvn eg reisi meg,
tí nú má eg skunda mær avstað,
kvik í sunn´dagsskúla nú í dag.

Sólin skínur bjørt har himni á,
ella regnar tað, og luft er grá;
Jesus, altíð kanst tú finna meg
glað hvønn sunnudag á tínum veg.

Kanst tú sova? Jesus rópar teg.
Kanst tú svara: Ikki tími eg?
Nei, tá Jesus kallar, skunda tær!
sanna lukku tú frá honum fær.

Jesus, tú, sum okkum tókst í favn,
har í himli nevnir tú mítt navn,
teskar mær í hjarta: Tú ert mín!
Jesus, eg vil altíð vera tín.