Súr mjólk

Jákup Eli Joensen
Orð og lag: Jákup Eli Joensen

Eg tími ikki at sita og gráta yvir súrað mjólk,
tað er so trist,
eg vil heldur ganga mína leið,
og gloyma alt um teg.

Niðurlag: Tí at eg tími ikki at hugsa so nógv,
eg tími ikki at siga so nógv,
eg vil heldur ganga mína leið,
og gloyma alt um teg.

Tú vart mín klettur, mín styrki, mín verja og borg,
tað var so gott
inntil tú knappliga droppaði meg,
og gav meg hjartasorg.

FavoriteLoadingGoym tekstin