Sveima

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Sveima gjøgnum djúpan dal
eina tú og eg
veðrið er so fagurt, eg veit tú elskar meg
fuglurin reiðrast her skamt okkum frá
hygg síggj mín góða ja luftin er blá

Eymliga eg kíni tær
taki væl í teg
hesa stillu løtu eg veit tú elskar meg
tankarnir sveima og lyndi lætt er
best tú av øllum er í hesu verð

Dimmi skjótt vil leggja seg
yvir grønu ong
enn vit bæði drála tó, heimleiðin er long
kyss meg mín góða halt hond fast í meg
tá altíð ja altíð eg vil elska teg

FavoriteLoadingGoym tekstin