Sverra ríma

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Kvæðalag (Hr. Sinklar)

1. Í Kirkjubø ein skúli stóð,
á egnar grund var settur,
so mangan góðan mann uppdró,
var høgt í heimi mettur.

Men hvat dugi eg,
sum alvegis fjónaður eri.

2. Upp vaks Sverri í Kirkjubø,
á skúlanum har hann lærdi;
at skúlin stóð á so tryggum støð,
tað fáur maður vardi.

3. Í Kirkjubø ein høgan veg
á skúlanum Sverri gekk,
var føroyingur líka sum tú og eg,
men ólíka læru fekk.

4. Hann lærdi Vulgatu og brøvini øll,
latínska lóg og rættir,
til hermannaleikir hann fór um vøll;
vit sakna teir dýru skattir.

5. Hann fór til fjals á høgan knút,
seg upp um ennir krøkti;
hann gjørdi bátar og róði út
og bjargafuglin søkti.

6. Hann hevði ikki verið av Føroya jørð,
men so gott hevði hann treysti,
at hann tók Noregi inn við svørð;
varð konungur ein hin besti.

7. Noreg tók hann við harraskjold,
tað var hann borin at arva,
og Erling Skakki, sum stýrdi við vold,
hann mátti nú springa av knarva.

8. Erlingur Skakki, sum tiltikin var
so víða, sum kringlan var drigin,
tá honum saman mót Sverra bar,
hvørja ferð varð hann sligin.

9. Í havið leyp Magnus Erlingsson,
hann skuldi mót Sverra herja,
og Valdimar Sigur í danskari lon
ikki var maður at verja.

10. Hin danska flota við valdum lið
teir tvær ferð mót Sverra sendu,
har summir fullu, hann summum gav grið,
so hámir teir heimaftur vendu.

11. Tá Magnus og Erlingur høvdu lívið spilt,
ilt var við at gera,
hann Svína-Pætur tey boð so snilt
læt fram í Bjørgvin bera.

12. Tíðin hon goymdi teir viðgitnu menn:
Sverra og Svína-Pætur;
tó nælir her grønskan í Føroyum enn,
nú grør eftir langan vetur.

13. Tit føroyingar minnist og gevið ans
og fedrarnar ikki svíkið,
í Føroyum ein kongur er vaksin til mans,
og fáur var hansara líki.

Men hvat dugi eg,
sum alvegis fjónaður eri.

FavoriteLoadingGoym tekstin