Svim

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

tú ert um at drukna
í egnum orðum
tú sigur so nógv
men lurta eftir mær
mær dámar teg væl
og so væl

sjálvt um vit fløkjast
lat okkum møtast
á miðjuni
í speglinum

havið er alt ov kalt
til tín heita kropp
brimið brýtur á
brimið brýtur teg

svim, tú ert á djúpum havi
svim, alt tað tú ert mentur
svim, í land til mín
svim

tú mást læra at svimja
áðrenn tú kavar
annars endar tú
aftur á botninum
tú hevur verið har
saman við mær

vit kunnu villast
men lat okkum royna
at finna vegin inn
og ongantíð skiljast
úr speglinum

FavoriteLoadingGoym tekstin