Svunnin er døggin og náttmyrkrið tjúkt

Orð og lag: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Yrktur í 1994.

1. Svunnin er døggin og náttmyrkrið tjúkt,
dropar í grasinum hanga,
fram dagar sólin og lotið kenst mjúkt,
blómurnar friðfullar anga;
løtt eins og lambið, ið spælir á ong,
reinlynt og góð millum garða
yndisligt leiðandi gentu og drong
síggi eg ásttikin fara.
Skjótt summar man halla og heystið í hond,
– hvør veit, ævinleikin í nánd?

2. Ríkur av barndómsins leiki sum hvarv
glaður tú fert til títt yrki,
vinnur tær útbúgving, pening og starv,
lítur á ungdómsins styrki;
unnustu eina tú fanst tær til vív,
einki er óført, ov strævi;
aldri gav gætur, at: – Víst er mítt lív
einans eitt lán, sum eg havi!
Hygg, heystið er farið og summarið við,
frá Guði tú ert bert eitt stig!

3. Sorgleysur, lættur í sinni tú er,
kennir at gott er at liva,
djúpt tó í brósti ein spurning tú ber,
sum mangan teg fyllir við iva:
Hvagar fer sál mín, um eg hesa nátt
fara skal frá hesum lívi?
Frelsan? – hon haldi eg bíða kann gott
inntil eg gamalur blívi!
Tó, heystið er farið og summarið við,
men enn hevur tú ei vent við!

4. Árini fara og følnað mong vón,
vinabond dragna og slitna;
hárini grána og kámað gerst sjón,
at lívið so stutt er, tey vitna!
Fuglur er flogin til lýggjari støð,
eftir er bert onkur stari;
í huga tú reikar um strendur og bø,
hugsar um tað, sum er farið!
Ja, heystið er farið og summarið við,
men enn hevur tú ei vent við!

5. Mangan tú hoyrdi og kendi Guðs kall
virkaði í tínum hjarta;
tá ið ein vinur í lívsstríðnum small
seig um teg vónloysið svarta.
Kvett vórðu náðileyst eymastu bond,
hugur at Himli man bera;
avger enn einaferð í tíni ond,
at nú, ja, nú skal tað vera!
Men heystið er farið og summarið við,
og enn hevur tú ei vent við!

FavoriteLoadingGoym tekstin