Synd fyri okkum jú hin syndafríi varð

Robert Lowry
Lag: Robert Lowry
Týtt: Jákup Olsen

1. Synd fyri okkum jú hin syndafríi varð,
allar várar syndir hann á krossinum bar;
Gud nú okkum sakloysi í honum roknar til,
treytaleyst av náði tí, sum trúgva vil.

Niðurlag: Trúgva, trúgva, hoyra bert og trúgva!
Alt er gjørt, alt er gjørt, alt, sum gerast kann;
trúgva, trúgva, hoyra bert og trúgva!
Lít á Harrans orð og rokna tú sum hann!

2. Deyður í honum er nú hvør, sum trýr hann á,
livandi í honum við Gud roknar hann tá;
hann doyði deyða tín, í honum doyði tú,
men hann livir, trúgv og liv við honum nú!

3. Bygg tína frelsu á hans orð og ivast ei!
Aldri, aldri svíkur tað, sum hann sigur, nei!
Tann, ið roknar so sum hann, ei svikin verða kann;
rokna tú, sum Harrin roknar, lít á hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin