Í syndamyrkri mín sál var fjøtrað

Orð: O. Udd Johansen
Lag: N. Cronsioe
Týtt: Hákun Djurhuus

1. Í syndamyrkri mín sál var fjøtrað,
eg tonkti: Eingin meg loysa kann!
Og henda hugsan fekk meg at nøtra,
og ongan friðin eg í hjarta fann.
“Tað nyttar einki!” – ein rødd mær segði,
“Ei nøkur náði er fyri tær!”.
Eg stúran, angist í barmi hevði,
langt burt frá Guði bert leið mín bar.

2. Ein onnur rødd talaði í oyra,
hon var so eymlig, so mild og góð!
Og gleðiboð fekk eg tá at hoyra:
Tín synd kann reinsast øll í Jesu blóð!
Boygg teg við krossin, so skal Eg loysa
byrðuna av tær og tú gerst Mín,
av náðikeldum tú frítt kanst oysa
og reinur verður sum hvíta lín!

3. Hvør var tað sáligt við krossin lenda,
eg møtti Jesus, Hann frið mær gav;
Hann kundi ótta til gleði venda,
øll synd mín kastað varð í djúpa hav.
Ja, frelsan heldur, tað kann eg svara,
og blóðið hevur so stóra makt;
eg veit mín Frelsari meg skal varða,
Eg eri við tær! – hevur Hann sagt.

FavoriteLoadingGoym tekstin