Syndari, hoyr, tú, sum líður neyð

Orð og lag: Joël Blomqvist
Týtt: Victor Danielsen

1. Syndari, hoyr, tú, sum líður neyð,
leiðin til krossin er frí!
Jesus leið fyri teg krossins deyð,
leiðin til krossin er frí.
Tak tína byrði, legg hana her!
Jesus bar hana, hvør tung hon er;
kom, kæra sál, kom í dag, kom nú,
leiðin til krossin er frí!

2. Ei er tað orð uttan meining bert:
Leiðin til krossin er frí;
nei, tú skalt koma, og sum tú ert,
leiðin til krossin er frí!
Sig ei: Tað er ikki fyri meg,
eg, sum jú gekk ein so myrkan veg!
Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú,
leiðin til krossin er frí!

3. Spyr ikki ivandi: Er tað so?
Leiðin til krossin er frí!
Til hvønn, sum vil, eru hesi boð:
Leiðin til krossin er frí.
Hygg burt av kenslum, og hvat tú ert!
Her skal ei kennast, men trúgvast bert;
kom, kæra sál, kom í dag, kom nú,
leiðin til krossin er frí!

4. Ei skalt tú reinsa teg sjálvan fyrst,
leiðin til krossin er frí;
sál, tú sum ert eftir frelsu tyst,
leiðin til krossin er frí!
Sig ikki: Ja, eg vil frelsast, men
eg eri ikki til reiðar enn!
Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú,
leiðin til krossin er frí!

5. Hoyr nú, áh, sál, trúgv og frelsu kenn,
leiðin til krossin er frí!
Kasta hvønn iva og hvørt eitt men!
Leiðin til krossin er frí;
set teg í dag við Guds ríka borð,
trúgv á hitt frelsandi lyftisorð!
Kom, kæra sál, kom í dag, kom nú,
leiðin til krossin er frí!

FavoriteLoadingGoym tekstin