Synddálkað og óverdig

Orð: Mary B. Peters
Lag: Lowell Mason, J.M. Haydn
Týtt: Victor Danielsen

1. Synddálkað og óverdig
vár tænasta øll var,
um tú ei sum vár prestur
til Gud fram hana bar;
ja, bæði, tá vit savnast,
og hvat vit gera her,
í tær, vár Harri Jesus,
tað eina verdigt er!

2. Vit byggja á tí kletti,
sum aldri svíkja vil,
og syndin kann ei hótta
tey, sum tær hoyra til;
og Halgi Andin vitnar
í brósti okkara,
at ei tú okkum sleppir
og brýtur paktina.

3. Tann olja, á tær flýtur,
tú, várt dýrmetta høvd,
til okkum niður kemur
við Andans mildu rødd!
Hvør gleði er tað ikki
sum ein at savnast tá
og frá tær sjálvum gleði
og kraft og signing fá!

FavoriteLoadingGoym tekstin