Syndin er goldin, stríðið er vunnið

Orð og lag: Árni Jacobsen

1. Syndin er goldin, stríðið er vunnið,
frið allar ævir mín sál í tí fann.
Við Kristi kross havi friðin eg funnið,
frelsu í ævir við trúnni á hann.

Niðurlag: Hvat sigur tú til slíkt tilboð at fá?
Vilt tú ei trúgva og rættvísur stá
fyri tí dómara, sum einaferð
dømir øll verk, ið tú gjørt hevur her?

2. Konganna kongur og harranna Harri
gjørdist til træl, so at ein og hvør kann
koma tí æviga heiminum nærri
bert við at trúgva og líta á hann.