Syndin meg bant, tá eg gleðiboð fekk

Orð og lag: Scott Lawrence
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Somebody whispered that Jesus loves me

1. Syndin meg bant, tá eg gleðiboð fekk,
hoyrdi um hann, sum á Golgata hekk.
Søt hesi tíðindi ljóðaðu mær,
at syndaskuld mína hann fyri meg bar.

Niðurlag: Onkur mær teskaði: „Gud elskar teg!“
Son sín hann gav, frítt hann ofraði seg,
vildi meg frelsa, frá synd reinsa meg.
Onkur mær teskaði: „Gud elskar teg!“

2. Nú kenni eg henda kærleika við,
Jesus er trúfastur við mína lið.
Sál mín seg gleðir, tað himmal er her,
ja, honum eg fylgi, hvar leiðin enn ber.

3. Nú hesi søgu eg siga vil frá,
Jesusi tæna her foldini á.
Hjástaddur er hann mær á hvørjum stað,
og Jesus mær kærari gerst hvønn ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin