Syndin teg jagar

Lag: Henry L. Gilmour
Týtt: Victor Danielsen

1. Syndin teg jagar,
sorgin teg gnagar,
eina tú ert, ein sál uttan frið;
oyðin tín vegur,
heimurin gevur
sorgir og stríð og so grøvina við.

Niðurlag:
Alt fyrigevur
Jesus, sum hevur
borið alt fyri teg, fyri meg;
alt fyrigevur
Jesus, sum hevur
lagt vára synd og deyðan á seg.

2. Dagur tín svinnur,
Andin teg minnir
áh, at Guds dómur skjótt skal teg ná,
um tú ei hoyrir Harran, men koyrir
frá tær hitt ljósið, sum eyga títt sá.

3. Røddin nú ljóðar,
milt hon inn bjóðar
tær til tann vin, sum frelsa teg kann;
eymt hann teg biður
náði og friður
verða skal tín, um tú leitar til hann.

4. Um tú ei hoyrir,
kallið burt koyrir,
vei tær, Guds Andi tá frá tær fer!
Skuggarnir falla,
deyðin skal kalla
teg inn, har vón, og har ljós ikki er.

FavoriteLoadingGoym tekstin