Syndtyngda sál, tær til Jesus vend

Orð: Árni Jacobsen
Lag: George William Torrance

1. Syndtyngda sál, tær til Jesus vend,
gev honum lív títt og sál í hond.
Frelsa við honum tær er send,
hann loysa kann syndabond.

2. Vilst vit øll vóru á oydnum veg,
hirðanum bakið vit høvdu vent.
Faðirin seyðin elskaði,
og bjarging hann hevur sent.

3. Sonin hann sendi at finna tann,
í deyðavandanum staddur var,
leitaði hann, heilt til hann fann
og heim hann á herðum bar.

4. Verkið er fullgjørt, tín sál í dag
finna kann friðin, tú saknar enn.
Lat hjartað upp, fá tað í lag,
kom nú henda friðin kenn.