Syneta

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Millun jóla og nýár á kolsvørtu niðu
kuldi og óveður var har á leið
Syneta var skipi í rak móti landi
við brotnum róðri og ongari kraft

Við eysturstrondina stóðu og stærdu
hjálparleysir á vanlukkustund
rokstormur hoyrdist í fjøllinum tala
og bønin kvaldist av myrkari mátt

niðurlag

Djúpt á fjarðarbotni sóðu teir ljósini lysa
ljós í komu bygdini frá
umsíðir tey hvurvu í rokinum mikla
og vón um bjarging svann burtur tá

Hesa nátt skipi á Skrúður rendi
ótti og maktloysi tóku alt vald
í bátarnar komu teir kaldir og troyttir
tó aldan var náðisleys tók alla vón

Ì havsins bylgju Harrin mín góði
druknaðu mennirnir ein eftir ein
himmal og hav tyktist saman renna
teirra sísti teinur var rógvin tað nátt

niðurlag

Við leiting lík funnust men fimm enn íresta
í fjóruni aldan bar tey á land
til hús á børu bornir vóru
við blánandi liti eftir havsins koss

Um tú siglir um summari vinur
og sær við Skrúðin brimbardu sker
minnist tá teir í lívi her mistu
og teir fimm í ikki komu á land

FavoriteLoadingGoym tekstin