Syng, áh, syng ta gomlu søgu

Orð: Harriet E. Rice Jones
Lag: Charles H. Gabriel
Týtt: Jákup Olsen

1. Syng, áh, syng ta gomlu søgu
um, at Jesus elskar enn,
at hann kom av Himli niður
til at reisa falnar menn.

Niðurlag:
Syng, áh, syng, at Jesus elskar,
ljóði lov hans fjart og nær!
Syng hin glaða, glaða boðskap,
lat hann hoyrast víða hvar!

2. Sig frá, hvussu Jesus doyði,
kærleik hans, áh, syng um hann,
lat hin songin draga sálir
til hann, sum tær frelsa kann!

3. Henda songin syng, tú frelsti,
syng við gleði hátt um tað,
til hvør sál, sum syndin nívir,
syngur við í gleðilag!

FavoriteLoadingGoym tekstin