Syng Evangeliið um Jesus

Orð: Philip Phillips
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Syng Evangeliið um Jesus
so einfalt og greitt sum tú kanst;
syng um tann æviga friðin,
sum tú á Golgata fanst.

Niðurlag: Syng, ja, syng Evangeliið
fyri hvørjari sál her í verð!
Syng fyri tí, sum vil hoyra
tað Orðið, sum frelsu teim ber.

2. Syng Evangeliið um Jesus,
frelsa og lív er í Tí.
Syng um hitt blóð, sum kann reinsa
ta sál, sum seg tváar í Tí.

3. Syng Evangeliið um Jesus,
við sangi tú náa kanst mong!
Syng um ta frelsandi náði,
lat ljóða um Jesus tín song.

4. Syng Evangeliið um Jesus,
breið út hetta signaða Navn.
Syng um ta ævigu gleði,
sum bíðar í friðarins havn.

5. Syng Evangeliið um Jesus,
tað frøir ta frígjørdu sál.
Syng um tann sigur Hann vann tær,
um blóðið sum førir á mál.

6. Syng Evangeliið um Jesus,
lyft upp hetta signaða Navn.
Syng um hitt æviga ríkið
har ævigt ein finna kann havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin