Syng Harra tínum lov

Orð: Árni Jacobsen
Lag: John Darwall

1. Syng Harra tínum lov,
lat tóna fagnarljóð,
lat náðiboðið hoyrast
út um land og sjó.
Um alla tíð
skal loysta sál mín
hvíla Harrans hondum í.

2. Við gleði honum tæn,
fram fyri hann nú trín.
Sum hirði seyðin,
roknar Harrin teg sum sín.
Hann varðar teg,
hann røktar fylgið,
leiðir tað á røttum veg.

3. Í Harrans portur stíg,
fram lovsong honum ber,
til forgarð hans
lat hoyrast takkarsongir her.
Hans náði frí
og trúfesti skal
vara við um alla tíð.