Syng lovsong og prís og ver glað

Orð: Mary E. Servoss
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Syng lovsong og prís og ver glað,
hvør sál, sum av sannleika er,
ja, tú, sum Guds ljós hevur sæð,
hygg upp og ei mótfallin ver!

Niðurlag:
:,: Ver glað, ver glað,
tú útvalda sál, áh, ver glað! :,:

2. Ver glaður, tí Harrin hann er
á jørð og í Himlinum við!
Hann heimin á hond síni ber –
ver glaður, sig takk og tilbið!

3. Ver glaður, tó mangan tað var
í stríðnum, sum fíggindin vann!
Ein størri jú stendur við tær,
enn nakar, sum møta tær kann.

4. Ver glaður, tó nátt fellur á
og dimmir tín sorgtunga dal!
Lat einki títt mót niður slá,
statt stillur, brátt lýsa tað skal!

5. Syng lovsong og Harran tilbið,
tú útvalda sál, og ver glað,
av hjartanum takk honum sig,
at sannleikan tú hevur sæð!

FavoriteLoadingGoym tekstin