Syng mín dalur

Orð og lag: Steintór Rasmussen

1. Syng mín dalur
við eldhugans bál
ber um víddir títt kvæði
syng gras á bønum
gev trøunum mál
og teska til dagarnar lagið

2. Syng kelda og vatn
syng steinur og jørð
gev okkum troyst
og brýn rættvísissvørð
Og syng mín dalur
og brenn í tí trúgv
hvør vongbrotin fuglur
mót frælsinum flúgv

3. Syn mín vinur
á kærleikans trom
lat kvøldsól í vónini randa
dansa á foldum
í gudanna lon
lat ringar í havinum danda

4. Syng heimliga berg
syng fremmanda strond
útdeyðar bygdir og fólkarík lond
í tjøldum og kroysum
og skúrum hvønn dag
eitt heimlyst og innistongt
langtandi lag

5. Á skitnum skugga gøtum
syng mín unga sál
tá býarinnar myrkur
leggur lok á loyndarmál
brót dirvi upp úr námum
spinn úr rokkum vón
rópa út í morgunin
hvønn órættvísan dóm

6. Hoyr sálmarnar í hópgrøvum
ið banna hesa verð
í leivdum vallar vónloysi
á oyðimarkarferð
lat sangirnar um ábyrgd
finna harra sín í kvøld
úr upphavi í túsund ár
og út úr hesi øld

7. Statsmenn og dómarar
hvør kirkja og missión
ein sangur um landamørk
ber ófrælsum vón
Eg heiti á tín forseta
ovasta og kong
til seinast Tygara Hátign
vil eg bera fram mín song

FavoriteLoadingGoym tekstin