Syng tunga hvør av gleði hátt

Orð: Mikkjal á Ryggi

1. Syng tunga hvør av gleði hátt:
«Vár Guð er okkum góður!
Á døpru stund, á døkku nátt
til frelsara og bróður
hann sendi oss sín onkarson.»
Lat ljóða takkarsong úr lon:
«Mín synd er av mær tikin,
og óttin allur veik mær frá;
eg veit, hvør Jesus lítur á,
hann verður aldrin svikin.»

2. Bjart ljómar út um heyg og lág,
og ljóðar einglasongur:
«Eitt lítið barn á krubbustrá
er himmalsendur kongur.
Ja, hann tit vænta, Harri Krist,
nú hevur jarðarríkið gist,
Guðs tokka ber til manna;
hann býður gleði, kraft og frið,
sum gjøgnum deyðan varir við.»
Tað mong Guðs vitni sanna.

3. Ta sælu, Stefan í sær bar,
hann flytur út so víða;
men heitstórt lærda liðið var,
vil á hans orð ei lýða.
Og tá hann opnan himin sá,
teir taka grót og grýta á.
«Tak, Jesus, meg», hann biður,
«og hesa synd teim fyrigev.»
So glaður endar hann sítt strev
og sovnar heim til sigur.

4. Ja, gleð teg hvørt Guðs barn um jól!
Tann stjørnan, ið oss lýsir,
er sjálvur Jesus, lívsins sól,
sum himmalvegin vísir.
Í navni hans er frelsa vár;
í meir enn nítjan hundrað ár
til Harrans lið at menna
tað hevur mikla megi havt
og eigur enn ta somu kraft,
sum Stefan fekk at kenna.

FavoriteLoadingGoym tekstin