Syng um Jesu undurfulla kærleik

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: J.G. Wilson
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: När vi samlas i Himlen / When we all get to Heaven

1. Syng um Jesu undurfulla kærleik,
syng um náði hans og makt.
Vit í Himli fagran bústað
fáa, sum hann hevur sagt.

Niðurlag: Tá vit koma til Himmals,
ein vælsignaður dagur verður tað.
Tá vit síggja Jesus
og syngja honum takkarlag.

2. Sum vit ganga pílagrímsins gøtu,
myrkist mangan loft so blátt,
men tá ferðin er at enda,
horvið er hvørt skýggj so grátt.

3. Latið okkum vera trúgvar, sannar,
honum tæna dag um dag.
Tá várt eyga ber við Jesus –
alla møði lønir tað.

4. Framá – himmallønin er várt stavnhald,
Jesu dýrd vit síggja tá,
skjótt fer perluportrið upp, og
vit gullgøtur stíga á.

FavoriteLoadingGoym tekstin